Vit avheinta, senda og bera út – tað veri seg sjófrakt ella flogfrakt. Vit avgreiða toll og skjøl. Vit gera snarsendingar frá hurð til hurð og skundflutning úr heimi í heim.
Er talan um bústaðarflyting, so lat tá okkum traðka til. Vit taka okkum av ferðagóðsinum, so tú tryggjar tær, at alt kemur fram í øllum góðum. Vit flyta ferðagóðsið sjóvegis; tað er tryggari – og so er tað eisini munandi bíligari fyri teg.
Tollavgreiðsla
Øll vøra til og úr Føroyum skal tollavgreiðast, og hetta er torført arbeiði, sum krevur serkunnleika. Reglugerðir, tollkotur og tariffir kunnu vera ørkymlandi, og feilir í skjølum kunnu gerast dýrir. Haraftrat kann vøra verða afturhildin og seinkað. Vit hava drúgvar royndir og bjóða okkum at gera alla tollavgreiðslu fyri teg.