Stjóri til Faroe Ship
Faroe Ship søkir eftir framskygdum og týðuligum stjóra, sum framhaldandi skal vera við til at menna og styrkja fyritøkuna og tess leiklut í føroyska samfelagnum.
Samstundis skal stjórin vera partur av altjóða leiðslutoyminum hjá Eimskip og vera við til at menna og fremja ætlanirnar hjá samtakinum.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga P. Nielsen, fráfarandi stjóra, á telefon 549000 ella á telduposti bpn@faroeship.fo
Freistin at søkja starvið er 24. august 2025 á midnátt.