Sum ein partur av grøna orkuskiftinum hjá Faroe Ship, er annar av stóru kranunum nú bundin í el-netið hjá SEV. Grani, sum er okkara nýggjasti krani, verður nú rikin við el-megi burturav. Hann er bundin í háspenningsnetið hjá SEV, har 10 kilovolt dríva kranan.
Hetta merkir, at vit brenna 40.000 litrar færri av dieselolju, og at útlátið minkar við umleið 115 tonsum av Co2. Eisini er óljóðið frá krananum minkað munandi, og hetta skapar eitt betri arbeiðsumhvøri fyri starvsfólk okkara. Hetta fegnast vit um.